Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Gull til barnaróður gentur og silvur til masters kvinnur

DSC_0421

Í dag var Vestanstevnan hildin í Sørvági. Eins og síðsta leygardag, so vístu veðurgudarnir seg ikki frá síni bestu síðu. Regn og nógvur vindur darvaðu róðrarlíkindunum. Fyri okkum gulu kom tað eisini at merkjast á nøkrum úrslitum.

Men latum okkum halda okkum til róðrar og úrslit fyrst.

Lagt var til bráts við barnaróðrunum. Væl úr hondum greiddir í allar mátar. Okkara ungu dreingir í Ternuni drivu á, og komu hesaferð eitt pláss longur fram enn seinast. Teir endaðu á einum 5. plássi.

Síðan løgdu barnaróður gentur seg til startin og her fingu vit so gullmerkið í dag. Okkara gentur hava víst at tær eru góðar og tær prógvaðu so dyggiliga í dag at tær eru millum bestu gentumanningar í barnaróðri. Við 3 sekundum aftur til næsta bát settu tær alt uppá pláss vestri í Sørvági. Flott gentur og stórt til lukku. Vit gleða okkum til Ólavsøkuna :)

DSC_0535

Vánaligu fyrireikingarnar á 1000 metra málinum vera ikki viðgjørdar her, so lat okkum bara tosa um róðurin hjá masters kvinnum, sum byrjaði tá klokkan var farin av fimm.

Okkara kvinnur løgdu væl frá starti og komu flott fram til eitt silvurpláss í dag. Ein flottur róður og til lukku við enn einum heiðursmerkið. Drívið á hinar gomlu!!! :)

Dreingirnir umborð á Ternuni hava í ár verið við fyri at læra. Ungu dreingirnir fylgja væl við inneftir, men hava ikki veruliga kunnu givið teimum fremru bátunum kapping, men vit gleðast um at vit hava ungar dreingir, ið allir hava aldur til at rógva við 5 mf. dreingjum aftur næsta ár. Dreingirnir endaðu á einum 5. plássi í dag. Drívið á dreingir!!!

Genturnar umborð á Spógvanum hava eisini verið óførar at vant í summar. Men eins og við dreingjunum hava tær ikki veruliga kunna givið Erlu Kongsdóttir og hinum fremru bátunum veruliga kapping. Í dag gjørdust tær aftast í sínum róðri, men heilt vist ein manning, ið kann koma at geva hinum 5 mf. í gentum ein skarpan gang næsta ár.

Í 5. mf kvinnum hava vit staðið okkum rímuliga væl og á Varmakeldu komu kvinnurnar á Tjaldrinum fram til eitt flott silvur heiðursmerkið. Í dag vóru vit tískil spent at síggja um tær mundu klára at halda sama stiman. Tíverri fyri okkum gulu, so gekk illa at fáa bátin at ganga í nógva vindinum. Kvinnurnar dragnaðu aftur um hinar og máttu síggja allar hinar bátarnar fara framvið teimum áðrenn tær komu á mál. Eitt skuffilsi hjá gentunum, men vónandi reisa tær seg aftur og vísa at tað ikki er galið við teimum, men at veðrið hevði sín stóra leiklut í at úrslitið bleiv sum tað bleiv.

Sølmundur við monnum hevur verið størsta vónin hjá felagnum í ár. Við miðvísari venjing og góðum úrslitum í summar hava teir veruliga sett gulu bátarnar í fokus. Men, men, men…í dag bar einki til. Ringa veðrið, ið var í dag, var alt annað enn stuttligt at rógva í hjá okkara monnum. Veðrið er eins fyri allar bátar og sjálvandi er tað ein partur av taktikki at duga at brúka hesar aldur og hetta veðrið til egnan fyrimun. Tíverri mugu vit staðfesta at okkara menn ikki fingu nakran fyrimun av veðrinum í dag.

Har fleiri bátar fingu lagt seg á aldur og síðan næstan blivu hálaðir til lands, sá tað næstan út sum um Sølmundur hevði Tindhólm uppá sleip inneftir Sørvágsfirði. Frá at hava verið besti bátur í Føroyum á einari stevnu fullu teir aftur millum teir aftaru bátarnar í dag. Eitt skít úrslit, sum vónandi kemur at geva dreingjunum enn størri vilja til at vinna á Ólavsøku. Drívið á dreingir. Vit eru nógv ið stuðla tykkum, so latum okkum í felag reisast aftur og seta eitt flott punktum fyri hesum róðrarsummarinum við at vinna Ólavsøkuna. Drívið á dreingir!!!

Alt var tó ikki bara myrkt og dapurt í 6 mf. róðrinum í dag. Fyri fyrstu fer í ár høvdu vit tvær manningar, ið luttóku í róðrinum hjá 6 mf. hjá monnum. Nakrir ungir mans hava lánt sær Páll Fanga úr Klaksvík at rógva í. Hóast teir ikki hava róð nakað serligt, so kláraðu teir seg heilt væl í dagsins róðri. Teirra mál var ikki at enda aftast og tað kláraðu teir, og fullu sum so ongantíð langt aftur um hinar bátarnar.  Flott dreingir og góða eydnu á Ólavsøku.

Nú er so bert ein róður eftir í hesum kappingarárinum. Róðurin á Ólavsøku er altíð nakað heilt serligt og tískil eru vit spent, serliga um Sølmund, men sanniliga eisini hvat hinar manningarnar fara at megna tann róðurin.

Koyrið á!!!


Posted on : Jul 14 2013
Posted under Tíðindir |