Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Góður dagur á Varmakeldu

varmakelda-202

Hóast veðurgudarnir ikki vóru við á Varmakeldu hetta vikuskiftið, so mugu vit staðfesta at eydnan var við okkum gulu á Varmakeldu. Ikki færri enn fýra ferð vóru boð eftir manningum úr Kappróðrarfelagnum NSÍ, í samband við heiðursmerkja handan. Hetta var eitt frálíkt úrslit, ið vit eru stolt av.

Barnamanningin við gentum var fyrst at hála medalju heim til felagið. Við sera góðum róðri eydnaðist tað teimum at fáa silvurheiðursmerkið heim við, meðan løtu seinni fingu masters kvinnur bronsu.

Síðan byrjaði FM kappróðurin langt um leingið. Ilt hevði gingið at lagt masters kvinnur, men tíbetur minkaði vindurin, soleiðis at tá FM-róðrarnir skuldu rógvast, tá blikaði Fuglafjørður.

Kvinnumanningin á Tjaldrinum var stinn í dagsins róðri. Tær hava í alt ár og stóran part av síðsta ár havt flottan start, har tær ofta eru farnar fram um hinar bátarnar, meðan miðróðurin hevur halta. Í dag riggaði. Eftir ein góðan start hingu tær í fremru bátunum allan vegin inn á mál og fingu eitt triðja pláss. Eitt flott og væl uppiborið heiðursmerkið.

Síðan komu menninir á Sølmundi á fjørðin. Spenningurin var øðiligur, tí eftir eina góða byrjan á Norðoyastevnu, fullu teir eitt sindur fyri síðan at reisa seg aftur á Jóansøku. Spurningurin var tískil um Sølmundur enn einafer fór at fáa gullmedaljuna.

Útisetar, ið eru komnir í summarferiu, høvdu mannað Sundabátin. Fleiri vistu at manningin var góð og tískil var spenningurin eisini um, hvussu teir nú fóru at klára seg.

Eingin fekk tó gjørt nakað við Sølmund, tí við tryggum og góðum róðri settu ungu harrarnir alt uppá pláss, meðan útisetarnir endaðu á øðrum plássi. Til lukku dreingir :)

Endaliga støðan í 6 mannaførum monnum var í nógvum førum øðrvísi enn vanligt, tí teir í vanliga hava ligið har frammi, Gongurálvur og Jarnbardur, fullu nógv pláss og tískil liggur Sølmundur nú á odda við 5 stigum.

Vónandi fáa vit eina minst líka góða Vestanstevnu í Sørvági um eina viku. Takk fyri eitt langt vikuskifti :) Drívið á!!!!


Posted on : Jul 07 2013
Posted under Tíðindir |