Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Væl eydna flaggdagshald í neystinum

Bátarnir komnir innaftur í neystið. Tað er hugaligt at síggja so nógvar gular bátar flóta aftur.

Bátarnir komnir innaftur í neystið. Tað er hugaligt at síggja so nógvar gular bátar flóta aftur.

Í gjár, flaggdagin, 25. apríl var skipað fyri flaggdagshaldi í neystinum.

Um 1-tíðina møttu allir rógvarar hjá felagnum í neystinum fyri at flota bátarnar. Róð var út í bátahylin í Runavík, og síðan var gingið inn til posthúsið, fyri at luttaka í flaggdags skrúðgonguni, ið gekk út til býráðshúsið.

Eftir flaggdagshaldið bjóðaði Kappróðararfelagið NSÍ øllum inn í neystið, har nógv bleiv gjørt burtur úr. Fyrst komu allir bátarnir rógvandi innaftur í bátahylin, saman við fleiri frítíðarbátum.

Í neystinum var borðreitt við suppu og omaná fingu fólk kaffi og kaku.

Í bátahylinum hevði kappróðrarfelagið skaffa ein vatnskutara og onkrar jollur og kanoir

Niðanfyri eru myndir frá degnum:

 


Posted on : Apr 26 2013
Posted under Tíðindir |