Bátarnir um at vera klárir
Síðsta mánan hevur nógv lív verið í sjálvum bátaneystinum, har fleiri av okkara manningum hava stríðst við at gjørt bátarnar klárar til at vera sproytaðir av nýggjum.
Nú eru so tríggir av bátunum sproytaðir, og av teimum eru tveir sjósettir. Tjaldrið og Sølmundur hava verið nakrar túrar á fjørðinum.
Vit eru tískil sera spent at síggja hvussu hesar ungu manningar koma at klára seg í summar. Um tveir mánar, vera fyrstu róðrarnir og tá vóna vit at hava fleiri gular bátar við.
Um onkur er sum ikki veit hvussu viðkomandi kann sleppa at rógva, so er at seta seg í samband við onkran í nevndini ella at senda ein mail til kappnsi@kappnsi.info
Sorry, comments for this entry are closed at this time.