Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Góð uppmøting til kunningarátak í neystinum

018

Nú vit eru farin forbí styttsta dag, og vit spakuliga nærkast tí nýggja árinum, so kemur tíðin eisini at rógvarar og aðrar summar ítróttargreinar gera seg klárar til nýtt kappingarár.

Tað er einki dulsmál at síðstu tvey árini hevur Kappróðrarfelagið NSÍ verið í einum aldudali. Gomlu kempurnar, ið høvdu mannað bát síðstu nógvu árini, valdu at taka frí, og hetta merkti at fleiri av bátunum ikki høvdu nakra manning.

Í fjør tók nýggj nevnd við og hevur hendan nevndin sett út í kortið, at okkurt munagott skal gerast fyri kappróðurin í økinum.

Á hugnaløtuni í kvøld var nógv á skránni og nógv fólk vóru eisini møtt upp, fyri at vísa áhuga og fyri bjóða seg fram at rógva.

Eyðun Petersen, formaður, bjóðaði vælkomin og greiddi frá um virksemi hetta seinasta árið. Nógv hevði verið at tikið hond um, men nú var tíðin komin til at gera felagið sjónligt úti millum fólk. Fáa fólk til at taka felagið til sín og síðan at fáa manna bátarnar.

Tað kom tíðiliga fram, at eitt ávíst arbeiði er í gongd við at manna bátar. Sølmundur við kvinnum og monnum var mannaður. Masters kvinnurnar ætlaðu at rógva aftur í ár. Ein manning við gentum var nokk eisini um at vera klár, og sum tað síðsta ramsaði Ludvík 10 mans upp, sum hann hevði tosað við, og sum ætlaðu at taka eitt ár afturat við kappróðri. Allar av hesum monnum kenna vit frá fyrr av, og hava teir vunnið nógv meistaraheitir til felagið síðstu 10-15 árini.

024

Eisini vóru gestir komnir at leggja fram um kappróður í Danmark. Annetta Ejdesgaard og Rannvá Lava Olsen, ið róðu við Sølmundi í 2009 og 2010, og sum gjørdust føroyameistarar í 2010, greiddu frá hvussu tær vóru komnar inn í eitt danskt róðrarfelag, nú tá tær vóru farnar niður at lesa. Ein áhugaverd framløga, sum eisini vísti, at føroyskir rógvarar kunnu standa  seg í kappingini tá róð verður í øðrum bátasløgum uttanlands.

Næsta tiltak ið kemur at vera í neystinum, verður leygardagin 5. januar, tá úttøkukapping til heimsmeistaraheitið í inniróðri 2013, ið verður í Boston, USA. Í tí sambandi verður møguleiki hjá fólki at støkka inn á gólvið í neystinum og síggja hvussu róð verður.

Seinni í januar er ætlanin at koma út á skúlarnar í umráðnum at kunna eitt sindur um felagið og bátarnar, soleiðis at ungu fólkini ikki halda seg aftur, men fáa áhuga fyri bátunum og rógving.


Posted on : Dec 29 2012
Posted under Tíðindir |