Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Neytaseðilin drigin

Neytaseðilin sum kappróðrarfelagið NSÍ hevur selt bleiv drigin 12. desember.

Vinnandi tølini vóru hesi.

1. nr 29

2. nr. 265

3. nr. 426

4. nr. 521

neytaseðilin

Kappróðrarfelagið NSÍ takkar fyri stuðulin


Posted on : Dec 12 2012
Posted under Tíðindir |

Úrslitini frá Bakkafrost Open 2010

Øll úrslitini frá Bakkafrost Open 2010 eru at finna her (578 kb pdf)


Posted on : Apr 14 2010
Posted under Tíðindir |

Startlistin

Startlistin til Bakkafrost Open 2010 er at finna her.


Posted on : Apr 09 2010
Posted under Tíðindir |

Bakkafrost Open 2010

Leygardagin 10. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á fimta sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.

Kappingin er nevnd Bakkafrost Open eftir høvuðsstuðlinum Bakkafrost. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.

Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.

Vektfaktorurin verður bert nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Vektfaktorurin verður ikki nýttur í barnaróðrunum, hvørki hjá einstaklingum ella stafettum. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við “vektjusteringsfaktorinum”. Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.

Í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.

Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík.

Endaliga skráin verður kunngjørd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn. Tó er greitt, at byrjað verður at viga luttakarar kl. 8.00 leygarmorgunin, og at fyrsta kappingin byrjar kl. 10.00.

Tilmelding fer fram umvegis hesa heimasíðuna innan fríggjadagin 9. apríl kl. 18.00.

Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.


Posted on : Apr 09 2010
Posted under Tíðindir |

Startlistin

Startlistin til Bakkafrost Open 2009 er at finna her.

Viging byrjar kl. 8.00, og sjálv kappingin byrjar kl. 10.


Posted on : Apr 04 2009
Posted under Tíðindir |

83 einstaklingar og 19 manningar

Tilmeldingin til Bakkafrost Open 2009 í inniróðri er nú stongd.

Íalt hava 83 einstaklingar og 19 manningar meldað til kappingina. Luttakaratalið í ymsu bólkunum er hetta:

Gentur 500 m – 19 luttakarar
Dreingir 500 m – 15 luttakarar
Gentur 1.000 m – 4 luttakarar
Dreingir 1.000 m – 2 luttakarar
Kvinnur opin bólkur 2.000 m – 7 luttakarar
Menn Opin bólkur 2.000 m – 36 luttakarar

Gentur 6×500 m – 2 manningar
Dreingir 6×500 m – 4 manningar
Kvinnur 6×500 m – 5 manningar
Menn 6×500 m – 8 manningar

Farið verður nú undir at gera skrá og startlistar.


Posted on : Apr 03 2009
Posted under Tíðindir |

Bakkafrost Open 2009

stemningur

Leygardagin 4. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á fjórða sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.

Kappingin er nevnd Bakkafrost Open eftir høvuðsstuðlinum Bakkafrost. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.

Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.

Vektfaktorurin verður bert nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við “vektjusteringsfaktorinum”. Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.

Í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.

Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík.

Endaliga skráin verður kunngjørd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn. Tó er greitt, at byrjað verður at viga luttakarar kl. 8.00 leygarmorgunin, og at fyrsta kappingin byrjar kl. 10.00.

Tilmelding fer fram umvegis hesa heimasíðuna innan fríggjadagin 3. apríl kl. 12.00.

Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.


Posted on : Mar 26 2009
Posted under Tíðindir |

Ludvík formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ

Felagið hevði aðalfund í farnu viku. Formaðurin seinnu árini, Sámal Hansen, og fíggjarleiðarin, Sunnvard Vang, høvdu undan fundinum boðað frá, at teir ikki tóku við afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Ludvík við Stein og Tóroddur Vang, sum báðir í nógv ár hava verið partur av manningini á Eysturoyingi. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Ludvík við Stein sum formanni. Bjarki Danielsen er næstformaður, Hilmar Sam Lamhauge er fíggjarleiðari og Bogi Olsen er skrivari. Tiltakslimir eru Gudmundur Danielsen og Sámal Hansen.


Posted on : Apr 23 2008
Posted under Tíðindir |

Øll úrslitini

Tak øll úrslitini frá Fish Fair kappingini í dag niður her (88kb pdf).


Posted on : Apr 05 2008
Posted under Tíðindir |

Startlisti og skrá

Startlistin og skráin til Fish Fair Kappingina 2008 í morgin eru nú tøk.

Tak tey niður her (92 kb pdf).

Kappróðrarfelagið NSÍ fegnast og er sera takksamt fyri nógvu tilmeldingarnar. Heili 109 rógvarar hava meldað til einstaklingakappingina. Og 18 manningar fara at kappast um heiðurin í stafettkappingunum.

Vit gleða okkum til kappingina.


Posted on : Apr 05 2008
Posted under Tíðindir |