Almenn venjing í Neystinum í vetur
Í vetur er opið fyri almennari venjing hesar tíðir:
Mánadag – fríggjadag 15.00 – 21.00
Leygardag – sunnudag 12.00 – 21.00
Eisini ber til hjá ítróttarfeløgum, virkjum og øðrum at leiga tímar, um ein ynskir at hava hølini fyri seg sjálvan. Ringjast kann á tel. 74 89 68
Tey, ið ikki eru limir í Kappróðrarfelagnum NSÍ, gjalda:
Mánaðargjald 300,- kr.
Hálvársgjald 1.500,- kr.
Um tú teknar teg sum lim er nógvur peningur spara. Limir gjalda:
Mánaðargjald 200,- kr.
Hálvársgjald 1.000,- kr.
Árliga limagjaldið er bert:
Einstaklingar 150,- kr.
Húski 250,- kr.
Niðanfyri ber til at taka kalendaran hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ niður. Trýst á myndina fyri at taka allan kalendaran niður sum pdf.

Ókeypis venjing í neystinum fram til ársskiftið
Fram til ársskiftið bjóðar Kappróðrarfelagið NSÍ øllum at venja ókeypis í neystinum árið út við at tekna seg sum lim í felagnum.
Gjaldast kann sum einstaklingur ella húski. Tey, ið velja at taka av hesum tilboði, kunnu venja allar gerandis dagar frá klokkan 15 til 21 og leygar- og sunnudag frá kl 12 til 21.
Limagjaldið fyri einstaklingar er 150 krónur og 250 kr fyri húski.
Gjaldast kann við at fylla lepan út, avlevera pening og lepa í brævbjálva í neystinum, ella kann man flyta umvegis bankaskipan. Tak lepan niður sum word-skjal her.
Kontur hjá felagnum:
Bank Nordik: 6460 – 159.905.6
Eik: 9181 – 129.633.9
Norðoya Sparikassi: 9865 – 102.901.5
Verður peningur fluttur umvegis bankaskipan, er týdningarmikið at viðmerkja navn og bústað.
Limagjaldið er galdandi fyri 2011, og prísirnir fyri 2011 koma at verða kunngjørdir í neystinum og á heimasíðu felagsins seinni.
Er nakað ivamál, kunnu tit ringja á tlf. 74 89 68
Kappróðrarfelagið NSÍ
Úrslitini frá Bakkafrost Open 2010
Øll úrslitini frá Bakkafrost Open 2010 eru at finna her (578 kb pdf)
Bakkafrost Open 2010
Leygardagin 10. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á fimta sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.
Kappingin er nevnd Bakkafrost Open eftir høvuðsstuðlinum Bakkafrost. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.
Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.
Vektfaktorurin verður bert nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Vektfaktorurin verður ikki nýttur í barnaróðrunum, hvørki hjá einstaklingum ella stafettum. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við “vektjusteringsfaktorinum”. Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.
Í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.
Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík.
Endaliga skráin verður kunngjørd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn. Tó er greitt, at byrjað verður at viga luttakarar kl. 8.00 leygarmorgunin, og at fyrsta kappingin byrjar kl. 10.00.
Tilmelding fer fram umvegis hesa heimasíðuna innan fríggjadagin 9. apríl kl. 18.00.
Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.
Startlistin
Startlistin til Bakkafrost Open 2009 er at finna her.
Viging byrjar kl. 8.00, og sjálv kappingin byrjar kl. 10.
83 einstaklingar og 19 manningar
Tilmeldingin til Bakkafrost Open 2009 í inniróðri er nú stongd.
Íalt hava 83 einstaklingar og 19 manningar meldað til kappingina. Luttakaratalið í ymsu bólkunum er hetta:
Gentur 500 m – 19 luttakarar
Dreingir 500 m – 15 luttakarar
Gentur 1.000 m – 4 luttakarar
Dreingir 1.000 m – 2 luttakarar
Kvinnur opin bólkur 2.000 m – 7 luttakarar
Menn Opin bólkur 2.000 m – 36 luttakarar
Gentur 6×500 m – 2 manningar
Dreingir 6×500 m – 4 manningar
Kvinnur 6×500 m – 5 manningar
Menn 6×500 m – 8 manningar
Farið verður nú undir at gera skrá og startlistar.
Bakkafrost Open 2009

Leygardagin 4. apríl skipar Kappróðrarfelagið NSÍ á fjórða sinni fyri opnari kapping í innandura rógving.
Kappingin er nevnd Bakkafrost Open eftir høvuðsstuðlinum Bakkafrost. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Tað er ókeypis at luttaka í rógvikappingini.
Kappingin er bæði fyri einstaklingar og bólkar. Einstaklingakappingin er býtt upp í aldursbólkar, meðan stafettróðurin er kapping millum manningar við 6 rógvarum í ymsum aldursbólkum.
Vektfaktorurin verður bert nýttur til úrslitini í opnu bólkunum hjá monnum og kvinnum og í stafett-kappingini. Í hesum bólkum verða tíðirnar faldaðar við “vektjusteringsfaktorinum”. Hetta skuldi givið eina javna kapping, við tað at tey løttu og tey tungu í princippinum verða javnsett. Sí annars luttøkutreytirnar.
Í opnu bólkunum verða umframt bestu kvinnuna og besta mannin (funnin við tíð og tillaga við vektfaktorinum) eisini skjótastu tíðirnar (uttan faktor) í bólkunum lættvekt og tungvekt hjá kvinnum og monnum heiðraðar.
Allar kappingarnar fara fram á Concept 2 rógvimaskinum, ið líkjast teimum, ið eru at finna í kappróðrarfeløgunum kring landið. Kappingin verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík.
Endaliga skráin verður kunngjørd, tá tilmeldingarnar eru komnar inn. Tó er greitt, at byrjað verður at viga luttakarar kl. 8.00 leygarmorgunin, og at fyrsta kappingin byrjar kl. 10.00.
Tilmelding fer fram umvegis hesa heimasíðuna innan fríggjadagin 3. apríl kl. 12.00.
Kappróðrarfelagið NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð.
Ludvík formaður í Kappróðrarfelagnum NSÍ
Felagið hevði aðalfund í farnu viku. Formaðurin seinnu árini, Sámal Hansen, og fíggjarleiðarin, Sunnvard Vang, høvdu undan fundinum boðað frá, at teir ikki tóku við afturvali. Í teirra stað vórðu valdir Ludvík við Stein og Tóroddur Vang, sum báðir í nógv ár hava verið partur av manningini á Eysturoyingi. Nevndin skipaði seg eftir fundin við Ludvík við Stein sum formanni. Bjarki Danielsen er næstformaður, Hilmar Sam Lamhauge er fíggjarleiðari og Bogi Olsen er skrivari. Tiltakslimir eru Gudmundur Danielsen og Sámal Hansen.
Subscribe to the comments for this post